Ikki síðani 1991 hevur golf verið partur av føroyska oyggjaleikaferðalagnum, og tí er einki forgjørt í, at Føroyar eru nakað aftan fyri flestu av hinum londunum.
Tí er fremsta málið við luttøkuni hesa ferð at gera sær kappingarroyndir, men sjálvandi verður eisini roynt at plasera seg sum best í samlaðu støðuni.
Og í øllum førum eru Føroyar ikki at finna á aftasta plássinum í hesum fyri okkum so nýggju ítróttargrein. Eitt faktum, sum staðfestir, at talan hevur verið um framgongd, síðani luttøkuna í Álandi.
Týsdagin varð næsta av fýra umførum spælt yvir tey 18 holini, har par er 73. At fremsti spælarin higar til liggur við samanlagt 143 sløgum sigur somikið sum tað, at tað veruliga eru heilt góðir spælarar, sum mynda oddin.
Hjá føroyingunum hevur Rói H. Christiansen staðið seg best. Hann hevur higar til nýtt 185 sløg um tey tvær ferðir 18 holini og er nummar 52. Nummar 61 er Jónfinn Thomassen við 210 sløgum, meðan Ragnar Isaksen við 231 sløgum er nummar 66. Í liðkappingini eru Føroyar nummar 15 av 17 liðum.