Meginfelag Áhugaleikara Føroya roynir nú at gera nakað við, at so fá føroysk leikrit til sjónleik verða skrivað. Ásannandi, at alt ov fá leikrit verða skrivað í Føroyum um føroysk viðurskifti, hevur MáF tikið stig til eitt skeið um at skriva leikrit til pall.
Skeiðið er fyrst og fremst ætlað sum framhaldsskeið hjá teimum, ið vóru á skriviskeiði hjá Karl Ágústi Úlfssyni í mai í fjør, men pláss er tó eisini fyri nýggjum næmingum.
Lærari á skeiðnum verður þórgeir (Toggi) Tryggvason, formaður í Bandalagi íslandskra leikfélaga.
Skriviverksmiðjan verður fríggjakvøldið 23. januar kl. 19-22, leygardagin 24. januar kl. 10-18, og sunnudagin 25. januar kl. 10-18.
Tekning hjá MáF í seinasta lagi 10. januar 2009. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá MáF - www.maf.fo