Oljuleitingin við Føroyar er ikki tað evnið, sum hevur átt tær stóru yvirskiftirnar leingi. Tá oljugongdin kortini hevur verið á breddanum, so hevur tað kanska meira verið fyri tað negativa. Her hugsa vit fyrst og fremst um avgerðina hjá BP at gevast í Føroyum, og vit hugsa um heldur laka úrslitið av 3. útbjóðing. Haraftrat frætta vit nú, at sjeyndi brunnurin, sum skuldi borast á landgrunninum nú í summar, ikki verður boraður nú men útsettur til næsta ár. Orsøkin er tann einfalda, at boripallurin er ikki tøkur í summar. Hetta er tað, sum kann henda.
At boringin verður flutt til 2010 heldur enn at borað verður í vetur er so uttan iva ein avgerð, sum fyrst og fremst Jarðfeingi hevur tikið. Føroyska oljufyrisitingin, sum fekk ein dyggan frammaná, tá BP gavst við síni boring í nærum hálvum gekki, tá og tí borað varð á vetrartíð, hevur vónandi lært av hesum mistakinum, nevniliga at loyva einum oljufelag at bora á vetri við einum boridagatali-klausuli. Øll vóru vit sum tikin á bóli, tá tað frættist, at BP gavst við boring síni uttan at hava borað heilt niður á ætlaða prospektið. Síðani hevur verið gitt, at táverandi leiðslan í Jarðfeingi gjørdi eina sera óhepna avtalu við oljufelagið BP, nevniliga at loyva felagnum at fáa ein evstadaga-boriklausul í avtaluna, vitandi um, at ein boring á vetri kundi krevja nógv longri tíð.
Hetta er so helst tað, sum ger, at Jarðfeingi nú heldur vil hava ENI at útseta boring til næsta ár enn at bora seint í heyst ella í vetur, sum kann enda við at draga út vegna vánaligt veður ol. Fyri føroyska samfelagið er eingin katastrofa hend við hesi avgerð. Vit kunnu bara staðfesta, at Jarðfeingi hevur lært av sínum ”mistøkum” og nú vil tryggja sær, at oljufeløgini og Føroyar fáa optimalt burtur úr, tá borað verður.
Í næstum fer oljuleitingin kortini aftur at verða á breddanum. 20. mai verður nevniliga skipað fyri eini oljuráðstevnu í Havn við fleiri spennandi evnum. M.a. verður sett fokus á komandi Anne Marie brunnin á landgrunninum, har oddamaður hjá ENI fer at greiða frá. Eisini fer umboð fyri DONG at greiða frá oljutilgondini vestan fyri Hetland. Og sum eitt serligt evni verður sett fokus á Esbjerg sum oljubýur. Hvussu varð stætt, áðrenn oljan kom, og hvussu er býurin broyttur uppá gott og ilt, síðani oljan gjørdist høvuðsvinna. Morten Hahn-Pedersen, sum hevur skrivað bøkur um hesi evni, fer at vitja. Eisini verður í hesum sambandi spurt, hvussu vit hava og eiga at fyrreika okkum til eitt komandi stórt oljufund. Har fara m.a. Árni Olafsson, fyrrverandi formaður í Oljuráðleggingarnevndini og Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi at luttaka. Seinasta evnið á ráðstevnuni er landgrunnsmarkið uttanfyri 200 fjórðingar. Martin Heinesen, verkætlanarleiðari fer at greiða frá. Tað eru Oljuvinnufelagið, Oljutingið og Miðlahúsið, sum skipa fyri ráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Hafnia.










