Læra at skipa brúðarvísur

Í morgin verður brúðarvísuskeið á Háskúlanum í Havn. Talan er um alment tiltak, sum byrjar klokkan 9:30 – og tiltakið er fyri øll sum hava áhuga fyri brúðarvísum.

– Ætlanin við skeiðnum er at tosa um og viðgera evnið og hugtakið brúðarvísur og brúðardansur og at geva teimum, ið arbeiða við brúðarvísum, íblástur og møguleika fyri at samskifta um vísur/yrkingar, siga fyrireikararnir.

Tað er ikki neyðugt at vera yrkjari ella at hava nýyrkta vísu við, men er tað so, at onkur hevur eina vísu, er viðkomandi vælkomin at senda hana til Sláið Ring ella hava hana við sær á skeiðið, og verður tá høvi at tosa um vísuna saman við teimum, ið koma at hava innleggini. Annar møguleiki er eisini, at hinir luttakararnir kunnu verða til steðar undir umrøðuni. Hetta kemur at geva degnum nógv meiri ítøkiligt innihald.

Tey, ið koma við innleggum og vera við til umrøður eru:

Bergljót av Skarði, kvæðakønur studentaskúlalærari

Carl Johan Jensen, rithøvundur

Hanus Kamban, kvæðakønur rithøvundur      

Jákup Reinert Hansen, prestur og sálmafrøðingur

Rasmus Joensen greiðir frá, hví hann metir, at neyðugt er við alternativum brúðarvísum.

Jónleif Johannesen, ið sjálvur hevur yrkt kvæði, greiðir stutt frá sínum tankum um kvæðayrking,

– Endamálið við skeiðsdegnum er at fáa viðgjørt brúðarvísur til brúdleyp í 2012. Endamálið er eisini at fáa yrkjarar at yrkja alternativar brúðarvísur, siga tey í Sláið Ring.