Tað verður javnan sagt, at føroyingar eru smædnari enn eitt nú danir. Hetta gevur at bíta, tá føroyingar luttaka á ráðstevnum ella messum uttanlands. Har danin kanska er um at detta um sínar egnu føtur fyri at sleppa framat einum møguligum kunda, standa summir føroyingar - um ikki hendur í lumma, so í hvussu so er eitt sindur meira friðarliga og bíða til kundin ger vart við seg.
Men hvussu eigur ein stevnuluttakari at gera fyri at fáa mest burturúr. Tað er ein spurningur, sum ber til at svara, og ein av teimum, sum hevur nøkur góð boð upp á optimala stevnuluttøku, er sviin Mikael Jansson, sum er á veg til Føroya.
ÁÐRENN, MEÐAN OG EFTIR
Mikael Jannson hevur verið ein av virknastu fyrilestrarhaldarum um stevnuluttøku seinastu 20 árini. Hann arbeiðir m.a. fyri Mässguru ( HYPERLINK "http://www.massguru.se" www.massguru.se), ið hevur ráðgivið so at siga øllum teimum størstu útflutningsfyritøkunum í Norðurevropa. Eisini hevur hann fyri stuttum útgivið bókina “The Exhibition Guru”, sum er blivin metseljandi.
Kjarnin í framsýningar-vísindini er m.a. “TFI”, sum stendur fyri Trade Fair Intelligence. Mikael Jansson og tey fólk, sum hann arbeiðir saman við, hava í miðal skeið fyri ikki minni enn 4000 fólkum árliga, og har fáa tey millum annað at vita, at luttøka á einari messu ella ráðstevnu ikki bara snýr seg um tann dagin ella teir dagarnar stevnan er.
Tey flestu vita, at luttøka á ráðstevnu skal fyrireikast. Básur skal bíleggjast, hotel, flutningur o.s.fr. Men fyri at fáa sum best burturúr, skal ein heildarskrá fyri alla luttøkuna gerast. Avtalur við kundar og leverandørar mugu fáast upp á pláss áðrenn farið verður avstað, tí tá hurðarnar lata upp og túsundtals fólk streyma inn, er ikki serliga góð tíð til slíkt.
Á stevnuni sjálvari er nógv, sum kann gerast fyri at fáa sum mest burturúr, og øllum hesum fer Mikael Jannson at greiða frá á skeiðinum í Norðurlandahúsinum tann 25.februar, eins og hann fer at siga luttakarunum um týdningin av at fylgja upp uppá eina ráðstevnu.
HUGBURÐUR
Ein av leiðarunum hjá Kaffi-handilsketuni Starbucks hevur einaferð sagt, at Starbucks er ikki í kaffivinnu og skeinkir fyri menniskjum, men í menniskjavinnuni og skeinkir kaffi.
Hesi orð verða eisini brúkt av fólkunum aftanfyri Mässguru, og mennaskjaliga tilgongdin, tá tað snýr seg um stevnuluttøku, fer at fylla nógv, tá Mikael Jannson fer at siga frá á skeiðinum tann 25.februar.
Skeiðið varir bert fimm tímar, tí sum Durita í Grótinum, samskipari hjá Samviti, sigur, so talar skeiðið til fólk, sum hava nógv um oyrini frammanundan, og tí hava fyriskipararnir valt at hava tað so intensivt sum gjørligt.
Av tí at Vinnuframagrunnurin stuðlar tiltakinum, er skeiðið rættiliga bíligt fyri tey luttakandi. Við ábiti, kaffi og einum eintaki av nýggju bókini hjá Mikael Jannson, kostar tað 500,- krónir fyri hvønn luttakara.
--
FAKTA
Samvit skipar fyri skeiði í stevnuluttøku í Norðurlandahúsinum 25.februar. Av spennandi stevnum ella messum, sum verða komandi tíðina, kunnu nevnast ESE (Fiskivinnumessa) í Brússel 28-30 apríl, ONS (Oljuráðstevna) í Aberdeen í august og VIGO (Fiskivinnutøkni) í Spania í september, umframt at tað eru ferðavinnuráðstevnur ymsastaðni alla tíðina.