Lær um lívbjargandi fyrstuhjálp

Leygardagin verður almennur hjartastartaradagur í SMS, har øll hava høvi at læra um lívbjargandi fyrstuhjálp og hjartastartara.

Anja P. Jacobsen og Jonleyg Fossabrúgv eru intensivir sjúkrarøktarfrøðingar. Tær eru við í FÁ3, sum er ein áhugabólkur undir Felag Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Bólkurin er skipaður av intensivum- og narkosusjúkrarøktarfrøðingum.

 

Eitt, sum FÁ3 ynskir, er at læra vanliga borgaran um lívbjargandi fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara, tá fólk detta um við hjartasteðgi. Í hesum sambandi skipar bólkurin leygardagin 23. apríl fyri almennum hjartastartaradegi í SMS í Havn, har frálæra verður veitt.

 

Anja P. Jacobsen og Jonleyg Fossabrúgv, sum arbeiða á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, fara á torginum í SMS at læra fólk at veita lívbjargandi fyrstuhjáp og at brúka hjartastartara.

 

- Tað ringasta, fólk kunnu gera, tá onkur fær hjartasteðg, er einki at gera. Hjartastartari hjálpir okkum at bjarga mannalívum, men hjartastartarin ger einki einsamallur. Vit vilja varpa ljós á, hvussu viðkomandi henda vitan er. Tí fara vit eisini at hava workshops, har øll, sum koma til tiltakið í SMS, fáa møguleikan at geva lívbjargandi hjartamassagu - og fáa vitan um, hvussu hjartastartari verður brúktur.

 

Anja P. Jacobsen og Jonleyg Fossabrúgv vísa á, at tá fólk dettur um við hjartasteðgi, er ógvuliga umráðandi, at lívbjargandi fyrstahjálp beinanvegin verður veitt.

 

- Tað eru nøkur lið í viðgerðini móti hjartasteðgi. Ert tú hjástaddur, tá fólk dettur um, ruskar tú í persónin og sigur ”halló, ert tú her…?” Svarar viðkomandi ikki, hevur tú staðfest, at persónurin er uttan vit, og tá rópar tú eftir hjálp beinanvegin. Er onkur hjástaddur, biðir tú viðkomandi ringja 112. Tá kemur ein persónur í telefonina sum vegleiðir teg ígjøgnum, hvussu tú skalt gera.

 

Tær siga, at tað er ógvuliga umráðandi, at tey hjáverandi eru rólig og fylgja teirri vegleiðing, tey fáa.

 

- Tá tú hevur ruskað í persónin og hevur staðfest, at viðkomandi ikki svarar, er persónurin uttan vit, og tá skalt tú beinanvegin fara í gongd við at geva hjartamassagu. Tú kannar, um persónur hevur fríar andaleiðir. Tú boyggir høvdið eitt sindur aftur eftir, leggur tín kjálka niður ímóti nøsini og munninum á persóninum. Tá følir tú, um viðkomandi andar í kjálkan, og tú lurtar, um tú hoyrir andadrátt, samstundis sum tú hyggur eftir, um bróstkassin flytir seg uppeftir. Ger hann ikki tað, andar persónurin ikki, og tá er staðfest, at viðkomandi hevur hjartasteðg.

 

Anja P. Jacobsen og Jonleyg Fossabrúgv siga, at í hesi løtu fert tú beinanvegin í gongd við at hjartamassagu, og tað er hetta, sum tær fara at greiða frá á torginum í SMS leygardagin.

 

- Alt hetta snýr seg bara um fá sekundir, tí umráðandi er skjótast gjørligt at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, leggja tær aftrat.

 

Tiltakið á torginum í SMS byrjar leygarmorgunin klokkan 10, tá SMS letur upp, og hildið verður fram allan dagin - heilt til klokkan 18, tá SMS letur aftur.