Tíðindaskriv
Vinnuhúsið
Fríggjadagin 10. september skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri skeið í nevndararbeiði.
Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og sum íblástur til at viðgera evnið nærri, gav Føroya Arbeiðsgevarafelag út bókling um virkisleiðslu við serligum denti á nevndararbeiði. Nú verður hetta fylgt upp við einum skeiði um evnið
Tað mesta av vinnuligum virksemi verður rikið gjøgnum feløg. Partafelagslóggávan ásetur nøkur formlig krøv um, hvussu leiðslan, tað vil siga, hvussu nevnd og stjórn eiga at leiða eitt felag. Ásetingarnar eru ikki tilvildarligar, men ásettar tí tær eru hentar og hóskandi tá tað kemur til leiðsluna av einum felag.
Í Føroyum er praksis tó ikki tann, sum lógin leggur upp til. Í Føroyum er tað ofta ein eigari av felagnum og í nevndini situr ofta familjan hjá eigaranum. Tað vil siga, at praksis í Føroyum virkar ikki sum lógin leggur upp til. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað hevði verið gagnligt fyri virkisemið hjá feløgunum og harvið hjá øllum samfelagnum, um nevndararbeiðið í føroysku feløgunum í størri mun livir upp til ásetingarnar í lóggávuni.
Arbeiðsgevarafelagið hevur sum íblástur til evnið givið út bókling um virkisleiðslu við serligum denti á nevdararbeiði. Hetta verður nú fylgt upp við einum skeiði um evnið.
Endamálið við skeiðnum er at viðgera grundleggjandi viðurskifti í sambandi við nevndararbeiði. Viðgjørt verður millum annað:
- Nevndararbeiði generelt, eisini sæð í mun til lógargrundarlagið
- Viðurskiftini millum nevnd og stjórn
- Viðurskiftini millum nevnd og grannskoðarar
- Leikluturin hjá nevndini í at menna felagið
Skeiðið er ætlað verandi og komandi leiðslum (nevndarlimum og stjórum) á meðalstórum virkjum. Skeiðshaldarir eru Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Rúni M. Hansen, stjóri, Malan Johansen, samskipari og Klaus Rasmussen, statsaut. grannskoðari
Skeiðið verður fríggjadagin 10. september, klokkan 8:00 ? 17:00 á Hotel Føroyum. Pláss er fyri 20 persónum og enn eru 2 pláss eftir. Tit kunnu melda til á www.industry.fo.