Lær børnini at handfara hundar

Ì næstum fer hundafelagið Huff at ferðast kring skúlarnar í Føroyum at læra skúlanæmingar at handfara hundar

-Tað eru verri enn so øll børn, ið duga at handfara hundar. Tað er ikki undarligt í, at hundar bíta, tí børnini duga ikki at virða mørkini hjá hundinum. Hetta er helst tí, at foreldrini ikki duga at læra børnini at handfara hundar. Soleiðis sigur Fríðhild Debes, ein av liminum í hundafelagnum Huff. Fyri at betra um hesa støðu, fer hundafelagið í næstum at ferðast kring fólkaskúlarnar í Føroyum at læra børnini at handfara hundar. Fríhild metur, at hetta tiltakið er hart tiltrongt.
-Tað eru í øllum førum nógvir góðir hundar, ið verða skotnir, tí at børnini fara ov langt. Hundarnir verja bara síni rættindi sum hundur.

Framsýning av rasuhundum
Í summar fer hundafelagið Huff eisini at skipa fyri áhugaverdum framsýningum av øllum reinum rasuhundum í Føroyum. Vælroyndur dómari frá Dansk kennel klub kemur at sýna hundarnar.