Lær at skriva søgur

Hevur tú hug at royna teg sum rithøvunda, eru góð ráð og snildi at fáa í nýggju Skrivibókini, um hvussu tú best fangar lesaran


Øll eiga eina søgu at siga. Kynstrið er at gera tað soleiðis, at onnur lurta eftir tær ella lesa tekstin hjá tær við áhuga. Í nýggju bókini, Skrivibókin, eru stuttligar og hentar skrivivenjingar, har høvundurin, Lasse Ekholm, vísir, hvussu tú fet fyri fet kanst byggja eina søgu upp og skapa eina forvitnisliga frásøgn, sum fær lesaran at brellast eftir meira. 



Byrja við egnum upplivingum

Hevur tú hug at royna teg sum søguskrivara, er ofta best at byrja við tínum egnu upplivingum. Sambært rithøvundanum Lasse Ekholm finnast tínar bestu søgur nevniliga inni í tær sjálvum, tí

tú hevur sjálvur verið við í søgunum. Tað eru túsundtals hendingar, sum tú veitst meira um enn øll onnur í allari verðini. Hóast onnur hava verið við, hava tey helst ikki upplivað tað, sum hendi, á sama hátt sum tú.

Tá ið tú skrivar um tínar egnu upplivingar, kenslur og tankar, kanst tú skriva við einari innliving, sum ger lesaran forvitnan. Einstakar løtur, tá ið vit hava verið ovurfegin, sorgarbundin, óð, óttafull ella vónsvikin, minnast vit ofta alt lívið. Somuleiðis tá ið vit hava gjørt okkum fyri skommum ella hava gjørt okkurt, sum vit kunnu vera errin av. Løtur, sum eru fullar av kenslum, eru góðar at skriva um. Tær kunnu gerast ein stutt yrking við nøkrum fáum reglum ella eitt íkast til eina longri søgu - ella kanska eina heila bók. 



Royndur høvundur

Soleiðis sigur svenski rithøvundurin Lasse Ekholm, sum hevur skrivað Skrivibókina, um tað at skriva søgur. Hann er royndur rithøvundur og hevur skrivað ein hóp av ungdómsbókum. Bæði stuttligar, dramatiskar og lættlisnar bøkur. Hann veit, hvussu tú kanst fáa fastatøkur á lesaranum, og so dugir hann ógvuliga væl at greiða frá og leggja øðrum lag á. Til dømis er vælumtókta ungdómsbókin Idolens hemlighet úrslit av einum skriviverkstaði, har Ekholm skrivaði bókina saman við 500 ungfólkum á internetinum

Skrivibókin er ikki endaliga uppskriftin uppá, hvussu tú gerst heimskendur rithøvundur, men er meira ætlað sum ein spennandi handbók og leiðvísari til teirra, sum ganga og spæla sær við tankan um at skriva søgur. Í bókini vísir høvundurin serliga á eina røð av snildum, sum ein góður rithøvundur eigur at duga. Her lærir tú teg, hvussu tú skrivar soleiðis, at tú kveikir áhugan hjá lesaranum og heldur hann fangaðan frá byrjan til enda. Tú lærir, hvussu tú skalt lýsa fólk, støð og upplivingar soleiðis, at lesarin sær alt samalt fyri sær. Í bókini vísir Lasse Ekholm eisini nógv dømi um, hvussu tú finnur tey áhugaverdastu evnini til tínar frásagnir.

.

Úrslit av skeiðum

Bæði í Svøríki og Noregi er tað síðan í sjeytiárunum vorðið siðvenja, at rithøvundar saman við lærarum og næmingum skipa fyri stuttum skeiðum um skriving. Høvuðsinnihaldið í Skrivibókini er vorðið til á sovorðnum skeiðum, sum svenski rithøvundurin Lasse Ekholm saman við lærarum hevur hildið fyri næmingar úr øllum Svøríki.


Skrivibókin kom fyrstu ferð út á svenskum í 1996 og er síðan týdd til grannamálini og endurprentað fleiri ferðir. Beinraknu og skemtiligu myndirnar hevur navnframa svenska listakonan Christina Alvner teknað.

Jákup í Skemmuni hevur týtt Skrivibókina til føroyskt. Forlagið Nýlendi gevur út, og bókin fæst nú í bókabúðunum kring landið.




Skrivibókin


Skrivibókin er býtt upp í 16 kapitlar: 


Nøkur góð ráð - At lýsa søgufólk - At lýsa støð At lýsa hendingar - At lýsa mót og vegamót - At skriva samrøðu - At skapa myndir við orðum - At finna rætta orðið - At snikka ein tekst til - Hvat skal eg skriva um? - Nøkur skrivispøl - Orðaputl - At skapa langar søgur - Nú ella tá? - Hon ella eg? - At kveikja lesarans forvitni - Snávingarsteinar.