Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðar mánadagin til eitt snarskeið í greinaskriving, har luttakarar læra at skriva greinar.
Hevur tú hug at gera vart við teg, og manglar tær góð hugskot til hvussu tað skal gerast, so hevur MFS eina loysn. Tað er nevniliga soleiðis, at MFS nú bjóðar studentum á Setrinum og øðrum áhugaðum til snarskeið í greinaskriving.
Kári á Rógvi stendur á odda fyri snarskeiðinum, og fer hann mánadagin at geva góð ráð um hvussu ein skal skriva góðar og fangandi greinar.
Snarskeiðið er fyrst og fremst fyri studentar á Setrinum, men MFS staðfestir, at onnur eisini eru vælkomin.
Snarskeiðið er ókeypis, og verður í hølunum hjá Østrøm, sum liggja á Skálatrøð. Skeiðið byrjar kl. 16.00, og tú kanst hyggja á Facebook síðuna her, og frætta meira um skeiðið.