Lær at siga frá

Í heyst vitjar danski kreppu- og familjuterapeuturin, Kirsten Rudbeck í Føroyum. Hon fer at hava skeið í samskifti

Skeið

Skeiðið gongur út uppá, hvussu tú uppbyggir sjálvsvirði títt og hevur tað eisini nógv við assertivan atburð at gera. Tað er ætlað fólkum, sum arbeiða við ungum, og sum eru í einum ungum umhvørvi. Meiningin er at læra betri samskifti soleiðis, at tú kanst læra tey ungu at siga frá, siga nei, uttan at tey kenna seg kroyst til at gera tað øvugta.
? Tey ungu skulu læra at seta grensur, sigur Ólavur Grot, skeiðfyriskipari. ? Hetta fyri, at tey ikki skulu enda í misnýtslu.
Kirsten Rudbeck hevur arbeitt nógv við hesum, og hevur hon hildið tílík skeið í Danmark. Sum lærarar hevur hon havt millum annað donsku Marianne Davidsen-Nielsen, og eisini vælkenda assertiónsvenjaran, Anne Dickson úr Onglandi.
Ólavur Grot hevur sjálvur tikið hetta skeiðið í Danmark, og er hann av sínum eintingum farin undir at skipa fyri hesum skeiði í Føroyum. Hann heldur, at tørvur er á tí her heima.
? Ætlanin er, at læra tey, ið arbeiða saman við teimum ungu at samskifta við tey á rættan hátt, soleiðis at tey ungu læra at seta markið. Misnýtslan í Føroyum er størri enn vit halda, og tað er týdningarmikið, at vit byrja at læra tey ungu at siga nei til rúsandi evnir longu frá barnsbeini av, sigur Ólavur Grot.
Ólavur Grot hevur útbúgving innan misnýtslu, serliga stoffum og alkoholi. Hann hevur arbeitt í Danmark og USA við misnýtarum, og hann sigur, at alt, sum oftast botnar í, at misnýtararnir hava ov lágt sjálvsvirði.
Skipað verður fyri tveimum skeiðum. Tey eru skipað í tveimum. Fyrst eru tveir dagar, har tú lærir at samskifta greitt við onnur, og eisini er rolluspæl á skránni. Síðani kemur tú aftur tríggjar vikur seinni. Tær tríggjar vikurnar fært tú ymsar venjingar, sum tú skalt gera, og tá skeiðið endar tríggjar vikur seinni, fært tú restina setta uppá pláss. Tað verið seg, at Kirsten Rudbeck kemur at rætta uppá tað, ið er at rætta uppá, og annars fær tú restina avpussaða. Skeiðini verða í oktober og november mánaða. Annað skeiðið er ætlað leiðarum. Tá verður hugsað um dagstovnar, lærarar og onnur. Hitt skeiðið verður fyri arbeiðsfelagum. (Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum)