HON blaðið, ið er ókeypis kvinnublaðið hjá Sosialinum, varð borið út í allar postkassarnar í landinum í gjár. Millum spennandi tilfarið í blaðnum eru millum annað DIY síðan hjá kreativu kvinnuni Biritu Black.
Hesa ferð hevði Birita valt at gera klædnastativ úr galvaniseraðum røri.
Tú hevur brúk fyri:
A: Tveimum rørum á 67 sentimetrum, tveimum vinklum og tveimum flansum.
B: Tveimum rørum á 60 sentimetrum, tveimum vinklum og tveimum flansum.
GT7 avfeittara, Plastikote grundara og blonkum hvítum lakki
– Eg havi leingið ætlað at gjørt eit klædnastativ úr røri. Mátini, ið skulu brúkast eru ymisk, alt eftir hvar stativið skal vera, og hvussu høgt eru upp undir loftið. Eg havi brúkt 1 tummað galvaniserað rør, sigur Birita Black
– Fyrst brúkti eg GT7 at avfeirra tilfarið, og síðani sproytaði eg tvey løg av plastikote grundara á, og síðani fýra løg av blankum hvítum lakki. So var klárt at hanga upp. Tað er ymiskt, hvørjar skrúvur hóska seg best til ymisk loft. Eg málaði skrúvurnar hvítar við hvítum hobbylakki, sigur hon.
Fleiri myndir er í HON blaðnum, sum kom í postkassanar í gjár.