Øl og vín umborð á Smyrli

Í dag og framyvir fer at bera til at keypa sær eina øl ella eitt glas av víni, tá tú ferðast við Smyrli. Søguligt er tað, at Strandferðslan nú fer at skeinkja sterkt, og onkrar smærri broytingar koma ferðafólkini eisini at merkja


 
Tá Smyril fór av Havnini kl. 12.30 í dag, var talan um ein søguligan túr. Fyri fyrstu ferð kundi eitt Strandferðsluskip tá skeinkja sterkt fyri sínum ferðafólkum.
- Tað verður øl frá teimum føroysku bryggjaríunum, okkurt útlendskt øl og so eisini vín, sigur Heini á Borg, deildarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins, sum fegnast um møguleikan Smyril nú hevur fingið.
Enn hava tey ikki nakra greiða meting av, hvussu nógv tey rokna við at selja av øl og hvørjar inntøkurnar vera, men á Smyrli meta tey, at samlaða sølan helst fer at økjast.
- Vit rokna við, at sølan í bæði cafeteria og í restauratiónini fer at økjast, nú møguleiki er fyri at keypa øl ella vín afturvið, sigur Petur Hentze, sum saman við Ólavi Hovsgarð er settur sum tænastuleiðari umborð á Smyrli.
Teir báðir tænastuleiðararnir skiftast um at sigla við, og hava ábyrgdina øllum sum viðvíkur mati, drekka, kømurum og tænastuni umborð sum heild.
 
Broytingar umborð
Skeinkiloyvið, Smyril nú hevur fingið, er ein lítil kollvelting í føroyskari samferðslu. Tí vera eisini beinanvegin gjørdar onkrar smærri broytingar á matstøðunum umborð.
- Um vikuskiftini og á teimum størru túrunum annars, verður restauratiónin nú opin, og so fer cafeteria at hava eina fasta matskrá, sum síðani verður skift út fjúrtanda hvønn dag, greiðir tænastuleiðarin, Petur Hentze, frá.
Men tað verður ikki einasta broytingin umborð á Smyrli, tí arbeitt verður við ymsum øðrum eisini.
- Vit arbeiða við at skipa fyri túrum úr Havn í Suðuroynna, har tað ber til at eta og hugna sær umborð og síðani vitja Suðuroynna. So ber til at gista umborð og eta morgunmat á veg heim aftur, fortelur Heini á Borg.
Sjálvandi er eisini møguleiki hjá fyritøkum og feløgum at leiga seg inn umborð. Í farnu viku var tiltakið Markleys útbúgving á Smyrli. Tað riggaði væl, men tað er eisini møguleiki hjá minni bólkum, fyritøkum ella feløgum at leiga seg umborð til ein jólafrokost ella eitt hvørt annað høvi.