Øl og vín kappast ikki

?Tað er ikki rætt, tá ið tosað verður um, at sterkt øl og vín kappast móti hvørjum øðrum. Talan er um hvør sín drykk, sum verður nýttur til hvør sítt høvi, sigur Dagmar S. Joensen, stjóri fyri Rúsdrekkasølu landsins

Rúsdrekka

Miðpunktið í føroyskari rúsdrekkasølu er Rúsdrekkasøla landsins. Einkarsølan á rúsdrekkaøkinum í Føroyum umsitur alla sølu av rúsdrekka í Føroyum, og tað er eisin rúsdrekkasølan, sum ger hagtøl fyri rúsdrekkasøluna í Føroyum. Føroysku bryggjaríini selja eisini øl sjálvi, men Rúsdrekkasølan er tað einasta staðið, har tann vanligi lívsnjótarin kann keypa sær vín.
Ì Sosialinum í gjár, tosar Einar Waag um, at ætlanirnar við at minka um avgjaldi á víni vilja bera í sær, at øli fer harða kapping frá víni. Men hesum er Dagmar S. Joensen, stjóri fyri Rúsdrekkasølu landsins, alt annað enn samd við honum um.
?Tað er ikki rætt, tá ið tosað verður um, at sterkt øl og vín kappast móti hvørjum øðrum. Talan er um hvør sín drykk, sum verður nýttur til hvør sítt høvi, sigur Dagmar S. Joensen.
Hon fegnast um, at vit í Føroyar hava so mikið gott øl, ið Føroya Bjór og Restorffs gera.
Hon heldur ikki, at tey bæði føroysku bryggjaríini hava nakað at óttast, tí hon væntar, at ølsølan fer at veksa, og hetta hava framrokningar eisini víst.
Hon vísir samstundis á, at øli hevur minsta vinningin, og tað er eisini tann drykkurin, ið Rúsdrekkasølan vinnur minst av.

Broytist
-Drekkimynstrið fer at broytast, um vit so minka um avgjaldið ella ikki, sigur Dagmar S. Joensen. Hon heldur, at hetta skyldast, at fólk verða ávirkaði uttanifrá. Eisini er tað ein sannroynd, at drekkimynstrið broytist.
Dagmar veit at siga frá, at sama argumentatión, ið er at hoyra í Føroyum nú, var at hoyra Í Danmark, tá ið ølsølan har minkaði. Hetta er tó framvegis ikki rætt, tí talan er um hvør sín drykk.
Annars vísa hagtøl, sum verða viðgjørd aðrastaðni í blaðnum, at føroyingar drekka alt minni sterkt øl (gullstyrki). Og ístaðin drekka føroyingar meira pilsnaraøl.
Dagmar S. Joensen harmast tó um, at brennivíni verður gjørt dýrari, tí hon væntar, at hetta kann eggja fólki til at framleiða egið rúsdrekka, t.e. heimabryggj.
Hon vísir á, at í Norra kenna tey til hetta, og har vísa fólk gleðiliga fram, at tey sjálvi framleiða rúsdrekka, og løgreglan kann einki gera við hetta.
-Moralurin er fallandi, staðfestir Dagmar S. Joensen.