Línuskipini skulu fáa føroysku kvotuna á Flemish Cap

Línuskipini eiga at fáa møguleikan at sleppa at fiska føroysku kvotuna á Flemish Cap.

Tað heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður.

Í løgtinginum í morgin fer hann at spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann um tað er avgjørt, hvør skal fáa føroysku kvotuna á Flemish Cap í ár.

Í hesum sambandi spyr hann landsstýrismannin um tað kundi verið vert eina roynd at latið føroyska línuflotan fiska kvotuna

Hann ásannar, at føroyski línuflotin hevur havt sera ring ár og tí kundi tað hugsast, at tað hevði verið kærkomið at fingið føroysku kvotuna á Flemish Cap.

Tað eru eisini júsyt línuskipini, sum í stóran mun hava vunnið okkum søguligu rættindini at fiska á Flemish Cap, sigur Páll á Reynatúgvu.