Línuskipini leita eftir fiski

Herfyri fóru fleiri línuskip út á Íslandsryggin, men fleiri eru komin inn aftur á landgrunnin.

- Herfyri fóru fleiri línuskip út á Íslandsryggin, men fleiri eru komin inn aftur á landgrunnin. Í løtuni eru eini fýra línuskip eftir á Rygginum, og væntandi koma eini tey teirra inn at landa seinnapartin av næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum komu inn aftur av Íslandsrygginum, royna framvegis á landgrunninum, og kanska koma eitt ella tvey av hesum inn at landa mánadagin.

 

- Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og væntandi kemur annað av hesum inn at landa í næstu viku. Skipini í íslendskum sjógvi fáa mest av svartkalva, toski, brosmu og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at streymurin verður harður tað nógva av næstu viku, og tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri.

 

Væntandi er eisini, at menn fara at pussa bátarnar upp, nú summartíð er, og hetta samstundis er vánalig fiskitíð hjá útróðrarflotanum.