Línuskipini hava nú sáttmála

Við sáttmálanum, sum varð undirskrivaður millum manningarfeløgini og Felagið Línuskip hósdagin, eru nú tveir sáttmálar millum manningarfeløg og skipabólkar og ein sersáttmáli gjørdur

Stutt fyri klokkan 18 hóskvøldið samdust manningarfeløgini við Felagið Línuskip um nýggjan sáttmála fyri restina av hesum árinum. Nýggi sáttmálin er galdandi til 31. desember 2011.
Fundur millum partarnar var í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag allan seinnapartin hósdagin, og feløgini samdust umsíður um ein nýggjan sáttmála sum ger, at línuskipini nú kunnu loysa.
Bert smærri broytingar eru í nýggja sáttmálanum.
Ein er, at manningin rindar ein part av reiðskapinum og ein onnur, at partarnir hjá yvirmonnum eru fastfrystir, soleiðis at partarnir ikki veksa, tá manningartalið minkar.
Við sáttmálanum millum manningarfeløgini og Felagið Línuskip, eru nú tveir sáttmálar millum manningarfeløg og skipabólkar komnir upp á pláss, umframt ein sersáttmáli.
Umframt hendan sáttmálan, sum nú er gjørdur um línuskipini, er sáttmáli eisini gjørdur millum manningarfeløgini og Felagið Nótaskip. Haraftrat hava manningarfeløgini undirskrivað sáttmála við felagið, sum eigur verksmiðjutrolaran, Norðborg.