Línuskipini eiga flestu ársverkini

Tað eru framvegis línuskipaflotin, sum hevur nógv tey flestu ársverkini í føroysku fiskiskipavinnuni. Á øðrum pássi koma partrolararnir

Fiskifloti

 

Á framløgufundinum, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe skipaðu fyri í síðstu viku, fingu vit eisini eina talvu, sum sýnir samlaðu ársverkini í føroyska fiskiskipaflotanum.

Eins og øll hini árini, síðan felagið fór undir sína greining, eru tað línuskipini, sum hava tey flestu ársverkini. Hetta kemst í fyrsta lagi av, at skipini eru so nógv í tali, og haraftrat kemur, at manningartalið er so stórt. Flestu línuskip hava 14 mans við hvønn túrin.

Taka vit ársverkini í føroyska fiskiskipaflotanum sum heild síðan ár 2002, vuksu hesi árini 2002-2003, men øll árini síðan eru tey vorðin færri í tali.

Samlaða talið av ársverkum í 2002 var 1.151, og árið eftir var talið 1.190 – ella 39 fleiri. Síðan hevur talið verið minkandi, til ársverkini í 2006 vóru 1.052 í tali, sum er 99 færri.

Árini 2005-2006 gjørdust ársverkini 3,2% færri.

Tilsamans 327 ársverk vóru í línuskipaflotanum í 2006, og á øðrum plássi komu ársverkini umborð á partrolarunum, sum vóru 141 í tali.

Á triðja plássi komu verksmiðjutrolararnir við 130 og á fjórða plássi ársverkini umborð á tí, sum í greiningini verður rópt ”onnur skip, við 129 ársverkum.

Flestu av teimum 129 ársverkunum við øðrum skipum, eru burtur, tí uppi í hesum var manningin umborð á Atlantic Navigator, sum ikki er longur í føroyska fiskiskipaflotanum.

Teir skipabólkar, sum stóðu seg best í 2006, vóru pelagisku skipini og verksmiðjutrolararnir. Hesir høvdu ávikavist 111 og 130 ársverk í 2006.