Línuskipini aftur av túri

Jákup B og Núpur hava landað á Kósini, Kvikk hevur selt um uppboðssøluna, og Polarstjørnan og Klakkur hava selt í Skotlandi

Fiskivinna

Línuskipini, Jákup B og Núpur, landaðu á Kósini mánadagin. Jákup B hevði eini 140.000 pund, harav tveir triðingar var toskur og ein triðingur hýsa. Núpur hevði 80.000 pund, og hjá teimum býtti veiðan seg umleið í helt millum tosk og hýsu.
Á Kósina siga tey, at hýsan er smáttfallandi.

Hini skipini

Línuskipið, Kvikk, seldi um uppboðssøluna mánamorgunin. Teir høvdu stívliga 80.000 pund, harav 25.000 pund var hýsa og ein stórur partur av restini toskur. Kósin keypti ein part av veiðini hjá Kvikki.
Klakkur og Polarstjørnan selja í Skotlandi hendan túrin, men vit vita ikki, hvussu nógv teir høvdu inni.
Á Kósini ætla tey ikki at keypa meira fisk hesa vikuna, tí vikan er so stutt.
- Umframt veiðina hjá Jákupi B og Núpi, hava vit keypt
50.000 pund á uppboðssøluni. So, vit hava nóg mikið av fiski til teir tríggjar arbeiðsdagarnar í vikuni, siga tey á Kósini.

Somu nøgd

Higartil í ár hevur Kósin tikið ímóti heldur størri ráfiskanøgdum í ár enn somu tíð síðsta ár. Talan er um eina øking uppá eini 10 tons.
Á Kósini siga tey, at ein broyting í samansetingini av ráfiskinum er, at nøgdirnar av hýsu eru størri í ár enn somu tíð í fjør.