Línuskipari: Sær spennandi út

- Línuskipini hava fingið væl av fiski, og slagið hevur verið gott, sigur Johan Jacobsen, skipari á Skørini henda túrin.

- Línuskipini hava fingið væl undir Føroyum seinastu dagarnar, so tað er spennandi at fara avstað aftur, sigur Johan Jacobsen, skipari á línuskipinum Skørini, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Vanliga er Johan Jacobsen stýrimaður, men tá skiparin, Heri Henriksen, hevur frítúr, er hann skipari.

 

- Vit fara avstað so skjótt, sum vit hava tikið ís og annars eru klárir at fara. Kósin verður annaðhvørt sett vestur um ella norður um, tí har hava skipini fingið væl av fiski, og slagið hevur eisini verið gott.

 

12 mans verða við Skørini henda túrin, og Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini leggur aftrat, at fyrr í heyst fekk skipið myrkabláa litin, sum hini skipuni hjá reiðarínum hava.

 

Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, vóru nakrir av manningini í holt við at spleysa nýggja línu saman, aðrir tóku ís, og kokkurin fekst við at gera nátturðan kláran.