Árið í fjør var vánaligt, men alt bendir á, at árið í ár verður uppaftur verri, sigur Bethuel Johannesen, sum eigur línuskipið Klakk saman við beiggja sínum, Líggjasi Fyri at lýsa aktuellu støðuna hjá okkara línuskipaflota, nú fiskiskapurin er vánaligur og fiskaprísirnir eru í botni, ringdi Portalurin í morgun út á línuskipið Klakk, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík, eiga. Teir plaga at skiftast um brúnna, men hendan túrin eru báðir við, og samlaða manningartalið er 14.
Klakkur, sum seinastu árini hevur roynst millum teir allar bestu, er í løtuni staddur norðanfyri.
- Vit hava fiskað í fimm dagar, og veiðan higartil er eini 35.000 pund. Veiðan hevur ligið millum 5.000 og góð 6.000 pund um samdøgnið, og tað er sera smáligt hesa tíðina av árinum. Streymurin er ikki góður, men hann er brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi verið besta tíð norðanfyri, hava vit eisini roynt á leiðum, har várfiskur plagar at koma, men her var steindeytt.
Tað sigur Bethuel, sum saman við beiggja sínum hevur átt Klakk seinastu árini.
Teir hava verið rættiliga óførir at fiska og menninir, sum hava verið við Klakki, hava tjent væl.
- Jú, vit hava verið hepnir hesi árini, vit hava átt skipið. Flestu árini hava verið góð, og landingarvirðið hevur ligið millum 15 og 18 miljónir krónur um árið.
Men í fjør kom vend í.
Ringasta árið hjá skipinum higartil var nevniliga árið í fjør, tá teir fiskaðu fyri tilsamans 13 miljónir krónur. Til samanburðar kann nevnast, at Klakkur í 2007 fiskaði fyri einar 17,5 miljónir.
- Alt bendir á, at árið í ár verður sera vánaligt, sigur hann.










