Línuskip smáligan fiskiskap

Seinastu dagarnar hava tilsamans sjey línuskip landað í Klaksvík, men nøgdirnar eru smáar. Veiðan hjá skipunum liggur úr 30.000 pundum upp í sløk 60.000 pund

Fiskiskapur

 

Línuskipini í Klaksvík hava verið inni og landað.

Túrarnir hava ikki allir verið líka langir, men sum heild verður sagt frá smáligum fiskiskapi.

Seinasta fríggjadag landaðu tvey skip, og í dag landa fimm skip.

Kvik og Fugltúgvan, sum landaðu fríggjadagin, høvdu 30.000 pund í part.

Í dag eru so fimm skip inni. Tey eru Klakkur við 54.000 pundum, Jákup B við 57.600, Polarstjørnan við 30.000, Grani við 37.200 og Morgunstjørnan við sløkum 11.000 pundum.

 

Blandað veiða

Pól Fuglø, landingarformaður í Klaksvík, sigur, at fiskurin hjá línuskipunum er blandaður.

- Av veiðini hjá Klakki er umleið ein góður triðingur toskur, meðan restin er hýsa, brosma og annar fiskur.

Hann vísir á, at hjá onkrum skipi er umleið ein helmingur av veiðini toskur, og síðan eru fiskasløgini blandað við eitt nú hýsu, brosmu og øðrum.

- Grani, sum hendan túrin hevði sløk 40.000 pund, hevur roynt á Íslandsrygginum, og hjá teimum var at kalla øll veiðan toskur, sigur Pól.

Sum skilst, hevur línuskipið Helena verið á beding í Klaksvík, men ætlandi fer skipið avstað aftur í morgin.

- Eg vænti, at øll línuskipini fara útaftur í morgin og mikudagin, sigur landingarformaðurin.

 

Smálig veiða

Landingartølini siga okkum, at línuskipini ikki hava verið í nógvum fiski. Veiðan er sum heild smálig, tó at fleiri túrar ikki hava verið so drúgvir og seturnar lutfalsliga fáar.

Veðrið seinastu dagarnar hevur eisini verið óstøðugt og heldur buldrasligt.

- Nei, eg haldi, at línuskipini sum heild lata illa at fiskiskapinum hesar fyrstu dagarnar av árinum, sigur Pól.

Fiskaprísurin hevur eisini verið órógvaður av marknaðarviðurskiftunum og keypiorkuni hjá føroysku fiskavirkjunum, men landingarformaðurin heldur ábendingar vera um, at prísirnir nú eru á veg uppeftir aftur.

 

Tað merkist

Síðan jóla-og nýggjárshøgtíðina hevur lítil útróður verið í Klaksvík, men fyrrapartin í síðstu viku vóru nakrir bátar úti.

Pól heldur annars, at fiskiskapurin hjá bátunum, sum hava verið onkran túr í ár, hevur verið brúkiligur.

Spurdur um tað merkist, at teir seks trolararnir, sum Maru Seafood hevði, nú ikki longur eru partur av fiskiskipaflotanum í Klaksvík, sigur hann:

- Jú, tað merkist væl, og vit kunnu bara harmast um støðuna, soleiðis sum hon er vorðin.

Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at munandi minni landing hevur verið á Kósini, og seinni seldir á tvingsilssølu í fjør heyst.