Á aðalfundi í Felagnum Línuskipum herfyri fekk felagið nýggjan formann.
Formaðurin seinastu árini, Jóhannus M. Olsen á Toftum, bar seg undan afturvali, og nýggjur formaður er nú Háldan Gudmundsen úr Sandavági, sum er útgerðarmaður hjá línuskipunum, Reynsatindi, Thomasi Nygaard, Venusi og Havbúgvanum.
Jóhannus M. Olsen er ikki í nevndini í Felagnum Línuskipum longur, og í hansara stað er valdur Óli M. Lassen úr Klaksvík, sum nú eisini er næstformaður í felagnum.
Óli hevur áður sitið í nevnd felagsins.
Umframt formann og næstformann, Háldan Gudmundsen og Óla M. Lassen, eru Kristmund Johannesen, Háldan Haldansen og Tommy Sivertsen eisini í nevndini í Felagnum Línuskipum.
Árið hjá línuskipum var í fjør heldur frægari enn árið fyri, men enn gongur rakstrarliga tungt hjá fleiri av skipunum í hesum bólki. Tey bestu skipini høvdu eitt hampiliga gott ár í fjør, meðan onnur høvdu eitt heldur vánaligt ár.
Línuskipini vóru í miðal 215 dagar til fiskiskap í fjør, og miðalinntøkan hjá einum dekkara var góðar 250.000 krónur.