Línuskip liggja fyri veður

Væntandi loysa nógv línuskip seinni í vikuskiftinum ella mánadagin, tá hann sigur hampiliga gott veður.

Í dag er bara eitt føroyskt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og hetta skipið fiskar í íslendskum sjógvi. Skipið er nýliga byrjað túr, og tí er ikki væntandi, at teir koma heim at landa í næstu viku.

 

Streymurin er ógvuliga harður, og í løtuni er illveður kring land og havleiðir.

 

Væntandi er, at fleiri ísfiskalínuskip fara at loysa, tá veðrið batnar í endanum av vikuskiftinum ella mánadagin, tá hann sigur hampiliga gott veður.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at streymurin fer at batna, sum næsta vika gongur, og líkt er eisini til, at onkur dagur verður við hampiligum veðri.

 

- Vit rokna tískil við, at nakað verður av útróðri, tá onkur løta verður, verður lagt aftrat. Tað hevur annars verið latið væl at útróðrinum seinastu tíðina, bæði við snellu og línu.