Línuskip landaðu

Í gjár landaðu fýra línuskip. Tey vóru Mascot, sum hevði 40.616 pund, Morgunstjørnan 44.120, Thomas Nygaard 24.366 pund og Vesturhavið, sum hevði 68.290 pund.

Tað veit heimasíðan www.skipini.fo at siga í dag.

Mascot hevur verið undir Íslandi, Morgunstjørnan á Rygginum, og Thomas Nygaard og Vesturhavið hava roynt undir Føroyum.

- Stapin, Sandshavið og Kvikk eru úti og royna. Stapin liggur 20 fjórðingar úr Knænum, og Sandshavið, sum er gamla Fugltúgvan, liggur slakar fjórðingar úr Knænum (Sandoynni). Kvikk, sum eisini er til fiskiskap, roynir eystanfyri Sandoynna.

Tað veit sandportal.fo at siga.

Portalurin hevur lænt myndina av heimasíðuni hjá www.skipini.fo