Trý skip hava verið sunnan fyri og fiska mest brosmu og longu. Hin eini línubáturin, sum eisini landar í dag, hevur eisini nakað av hýsu og toski.
Fiskmarknaður Føroya sigur, at av tí, at tað verður páskavika, verður eingin landing seinni í hesi vikuni.
Fleiri línuskip eru undir Íslandi, men lan-da ikki fyri páskir. Flestu av ísfiskaskipunum hava landað í Íslandi.
Tvey av frystilínuskipunum eru eisini undir Íslandi, og eitt fiskar undir Føroyum.
- Roknað verður ikki við nøkrum serligum útróðri hesa vikuna. Streymurin er harður, og veðurvánirnar eru einki serligar, sigur Fiskamarknaður Føroya.










