Línuskip hava góðan fiskiskap

Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men hann viknar, sum vikan gongur.

 

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Væntandi landa bæði skipini í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini seks frystilínuskip til fiskiskap, fimm í íslendskum sjógvi og eitt í føroyskum sjógvi.

- Línuskipini hava góðan fiskiskap í løtuni, verður lagt aftrat.

Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men hann viknar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt. Tí verður helst nakað av útróðri í seinnu hálvu av vikuni.