- Flestu línuskip koma inn at landa seinast í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Eisini verður nakað av svartkalva og blálongu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki, at nógv línuroynd verður aftrat til jólar, tá skipini hava verið inni og landað í næstu viku.
- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og veðurútlitini eru ikki tey bestu. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.