Línuskip góðtaka ikki býtið

- Nøgdirnar eru somikið stórar í ár, at tað kann ikki vera rætt, at línuskipini fáa minni kvotu í ár enn í fjør.

Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

Felagið vísir á, at í fjør fingu línuskipini 5000 tons av makreli.

Í fjør valdu línuskipini at selja sína kvotu til reiðaríini hjá Anfinni Olsen og Hanusi Hansen. Pengarnir vórðu so býttir millum línuskipini.

Sambært uppskotinum til kunngerð fáa línuskipni í ár 2000 tons av makreli og 1180 tons av norðhavssild.

Hoyr samrøðu við Hálvdan Gudmundsen her