Línuskip draga svart

Línuskipini, sum fiska undir Føroyum, hava sum heild rættiliga smáligan fiskiskap. Hinvegin er fiskiskapurin hjápartrolarunum batnaður aftur

Línuskipini, sum seinastu dagarnar hava roynt undir Føroyum, hava lítið og einki fingið.

Jákup B og Ågot landaðu í Klaksvík í gjár, og teir høvdu sløk 40.000 pund í part.

Skipini royndu í umleið eina viku. Ein part av tíðini hevur streymurin verið hálvharðar, og fiskiskapurin hevur verið heldur vánaligur.

Polarstjørnan landaði eisini í Klaksvík mikudagin, og teir høvdu heldur ongan fisk fingið, sløk 20.000 pund.

Betri hevur gingið hjá trolarunum at fiska.

Safir og Smaragd landaðu í Klaksvík í gjár, og teir vóru mest sum fullir.

Týsdagin landaðu Navarin og Borgarin, sum eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, og eisini teir vóru knappliga fullir.

Mánadagin landaðu Fjallshamar og Nónhamar, fullir undir lúkurnar.

Í gjárkvøldið skuldi Stjørnan koma á Klaksvík við 114 kørum sum taka umleið 290 kilo hvørt.

Sum skilst, skal skipið takast upp á bedingina hjá Klaksvíkar Sleipistøð.