Fiskivinna
- At tað eru línuskipini, sum oyða fiskastovnarnar við Føroyar, er púra nýtt fyri okkum. Okkum kunnugt hava stállínuskipini fiskað munandi størri tosk enn aðrir bólkar, og tað er tann smáfallandi toskurin, ið sambært fiski-og búskaparfrøðingum skal verjast.
Felagið Línuskip sigur seg undrast yvir, at fiskifrøðingar og umhvørvisfólk – í hesum umhvørvistíðum – ikki marknaðarføra línufiskiskap, sum tann ultimativa fiskireiðskapin.
- Línureiðskapur brúkar minst olju og hevur harvið minst útlát. Hetta er ein stillstandandi reiðskapur, sum ikki skaðar botn ella korallir á nakran hátt.
Felagið vísir á, at fiskur, sum verður veiddur við húki, er sera góður til dygdar, tá hann verður hagreiddur umborð.
- Fyrimunirnir eru, at tað kemur bara ein og ein fiskur inn um lúnningina í senn.
Felagið Línuskip sigur seg heldur ikki skilja fiskifrøðingarnar, tá hesir føra fram, at toskafiskiskapurin skal minkast munandi.
- Teir siga at gróðurin í sjónum er góður, og hetta er grundarlagið undir góðum toskafiskiskapi.
Felagið hjá línuskipum fer at umhugsa møguligt endurgjaldskrav móti myndugleikunum, um fiskidagarnir framhaldandi verða skerdir.
- Vit hava ferð eftir ferð mótmælt, tá politiska skipanin hevur loyvt fleiri skipum at koma inn í línuflotan, bólk 3. Myndugleikarnir hava sjálvir koyrt skipini inn í hendan bólkin, og um teir ynskja skipini útaftur, mugu teir loysa hetta málið sjálvir, sigur Felagið Línuskip.
Minkandi línuveiða
Felagið Línuskip er komið fram til, at longu nú er dagatalið i fiskidagaskipanini skorið við umleið 30%, eftir at skipanin kom í gildi.
- Hetta hevur avlagað fiskidagaskipanina fullkomiliga.
Felagið vísir til kanningina hjá fiskiorkunevndini, sum sambært felagnum staðfestir, at veiðiorkan ikki er munandi broytt innan húkaflotan.
- Aftrat hesum eiga vit at hava í huga, at einir 20 útróðrarbátar liggja, samstundis sum tað eisini eru línuskip sum í hesum døgum liggja.
Hetta merkir, sigur Felagið Línuskip, at línuveiðan av sær sjálvum er minkað munandi í 2008.
- Heldur enn at lata hurðar aftur, átti politiski myndugleikin at gjørt sítt til fyri at útvega fiskiflotanum veiðimøguleikar í øðrum londum, eitt nú Ruslandi og Grønlandi.
Felagið heldur annars, at eitt møguligt hugskot, nú støðan í fiskiskipavinnuni er so vánalig, hevði verið at sett í verk eina FAS-líknandi skipan.
- Eitt annað átak kundi verið at tikið av 25%-regluna um landing uttanlands, heldur Felagið Línuskip.