Í kvøld og í annaðkvøld verður filmurin Línumenn hjá Zacharias Hammer sýndur í Løkshøll.
Í filminum siga fleiri menn part av sínu søgu, tá teir sum 14 – 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipunum, sum avloystu sluppirnar. Filmurin er um línumennirnar, við teirra persónligu søgum og frásagnum. Forvitnisligar 8 mm upptøkur er reyði tráðurin í hesum dokmentariska filmi.
Sýningarnar í kvøld og týskvøldið eru klokkan 19.30.
Filmstjórin Zacharias Hammer verður til staðar til sýningina í kvøld.