Í gjár gjørdu Felagið Línuskip og manningarfeløgini nýggjan sáttmála, sum verður galdandi næstu tvey árini.
Eitt av stríðsmálunum millum partarnar hevur verið sonevnda línugjaldið á 550 krónur fyri hvønn mynstraðan fiskidag, ið manningin síðan seinastu samráðingar hevur goldið.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at í nýggja sáttmálanum minkar línugjaldið við 100 krónum í ár - og við 100 krónum í 2014.
- Hetta merkir, sigur hann, at línugjaldið, sum í dag er 17,89 krónur fyri hvønn mynstraðan dag, verður 11,87 krónur í 2014.
Býtisprosentið til manningina við línuskipum er óbroytt, 43%.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at aðrar broytingar eru ikki í sáttmálanum partanna millum.