Tvey línuskip hava avreitt til landingarmiðstøðina á Toftum í dag Tvey línuskip hava landað góð 200.000 pund á Toftum í dag.
Eystnes, sum hevur roynt undir Íslandi, hevur í dag landað góð 137.000 pund til landingarmiðstøðina á Toftum. Teir høvdu mest av toski og hýsu, men nakað av brosmu og longu var uppií.
Morgunstjørnan, sum hevur roynt vestanfyri, hevur landað góð 65.000 pund. Hjá teimum var meginparturin brosma, men teir høvdu eisini nakað av blálongu og toski.
Kelda: Dimmalætting