Línufiskur á marknaðinum

Nógv tann størsti parturin av teimum 70 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vóru frá einum línuskipi. Skipið hevði roynt sunnanfyri og hevði mest av longu og brosmu.

Góð 35 tons vóru longa, og meðalprísurin fyri longu II var 12,66 krónur og fyri longu III 11,27 krónur fyri kilo. Longurognini fóru fyri 17 krónur kilo. Knappliga 25 tons vóru av brosmu. Tað mesta var brosma III, sum fór fyri 7,50 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 70 tonsini, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, fóru fyri 685.000 krónur.