Línufiskiskapur á Strondum

Filmurin um línufiskiskap á Flemish Kap verður nú eisini sýndur í Bygdahúsinum á Strondum.

Filmurin um línufiskiskap á Flemish Kap árini 1956-1995, sum Zakarias Hammer hevur sett saman og sum sýndur varð í Klaksvík á torradøgum, verður nú eisini sýndur í Bygdahúsinum á Strondum.

 

Tað er Strálan, sum stendur aftan fyri tiltakið, og sýningarnar verða í biosalinum í Bygdahúsinum. Filmurin varar í stívliga tveir tímar og hevur havt stóran áhuga millum sjófólk og onnur.

 

Tríggjar sýningar verða á Strondum, hóskvøldið 15. mars, leygarkvøldið 17. mars og sunnukvøldið 18. mars, og byrjað verður øll kvøldini klokkan 19. Kostnaður fyri at síggja filmin er 100 krónur.