Línubáturin Kvikk seldur

Frá 1. januar 2004 skiftir línubáturin Kvikk eigara. Tað eru teir tríggir Hans Oluf Johannesen, Óla Marner Christiansen og Torleif Sigurðsson, sum hava keypt skipið

Klaksvík:
P/f Kvikkur hevur selt línubátin Kvikk. Nýggju eigararnir taka yvir bátin tann 1. januar 2004.
Torleif Sigurðsson sigur, at tað var stórur áhugi fyri línubátinum, og at hann var á veg út, men við nýggju eigarunum kann staðfestast, at Kvikk verður verandi í Klaksvík.
Ongar broytingar fara fram við keypinum. Tað vil siga, at skipari og manning verða tey somu. Skipið varð somuleiðis keypt við teimum rættindum, sum tað hevur. Tað er bólkur A3, sum gevur 132 dagar á Landgrunninum, 30 dagar á Føroya Banka, og so hevur skipið eina kvotu í Íslandi áljóðandi 216 tons.
? Tað er tað, sum vit skulu dúva uppá, sigur Torleif, sum verður útgerðamaðurin hjá Kvikki eftir 1. januar.
Hetta er fjórða skipið, sum Torleif Sigurðsson er við at keypa. Framman undan er hann partaeigari í Pison, Alfa Pilot og Fiskimúla. Hendan seinasta bátin keypti hann saman við øðrum fyri góðum mánaði síðani.
Pison kom inn á Klaksvík fríggjakvøldið. Hann má sigast at hava havt eitt avbera gott ár. Serliga hevði hann nakrar framúr góðar túrar á Føroya Banka herfyri.
Nýggju eigararnir av Kvikki taka sum sagt yvir bátin frá 1. januar 2004.