Línubátur fekk trol um skrúvuna

Jákup B misti eitt samdøgur, tí hann fekk trol um skrúva og noyddist inn at faá tað av

Sunnukvøldið kom Tjaldrið inn á Vestmanna við línubátinum Jákupi B úr Klaksvík.
Jákup B royndi í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá ið hann fekk trol um skrúvuna.
Grímur Lassen, reiðari sigur, at Jákup B noyddist at bíða fleiri tímar eftir Tjaldrinum, og tað tók sína tíð at sigla inn á Vestmanna.
Fyri at froskmenninir kundu fara niður, var neyðugt at fara inn.
Tað tók ikki langa tíð at fáa trolið av, men óhappið gjørdi, at teir mistu eitt samdøgur.
Teir høvdu nakað av línu standandi og settu í nátt.