Mánadagin landaðu teir línufisk á landingarmiðstøðini í Klaksvík, og væntandi koma partrolararnir Safir og Smaragd inn at landa í morgin. Mánadagin landaði línuskipið Jákup B umleið 85.000 pund í Klaksvík. Teir royndu undir Føroyum, og meginparturin av veiðini var toskur.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey partrolararnar Safir og Smaragd seinni í hesi vikuni. Teir koma helst inn at landa í morgin.
Streymurin er harður, og tí er lítil útróður í løtuni.
Annars frættist úr Klaksvik, at útróðrarbátarnir hava fingið væl av fiski higartil í heyst, og meginparturin av tí, teir fáa, er toskur.