Talið av løntakarum veksur spakuliga, vísa árstíðarjavnaðu tølini fyri mars.
Henda gongdin hevur verið síðani desember í fjør. Veturin frammanundan í 2010-11 var stór afturgongd, har talið av løntakarum minkaði við umleið 900. Orsøkin til stóru afturgongdina var millum annað húsagangur í fiskavøruídnaðinum.
Ikki fyrr enn vit koma móti endanum á 2011 sæst aftur ein støðugur um enn lítil vøkstur í talinum av løntakarum.
Í mars 2012 vóru 108 løntakarar fleiri enn í mars 2011. Hetta er ein framgongd upp á 0,5%. Framgongdin er í høvuðsheitum í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu, har 166 fleiri løntakarar eru nú. Tað er alivinnan og fiskavøruídnaðurin sum eru orsøkin til framgongdina, meðan færri fáa hýru í fiskiskapinum nú.
Privatar tænastuvinnur hava ein minni vøkstur við 51 løntakarum, meðan byggivinnan hevur eina afturgongd upp á 74 løntakarar, svarandi til -2,4 prosent. Í almennum tænastum er ein lítil afturgongd.