Í fiskivinnuni fækkast løbtakarnir, men byggivinnan dregur løntakarar til sín. Í apríl 2008 vóru skrásettir 26.155 løntakarar. Hetta er størsta tal á løntakarum í apríl nakrantíð. Í mun til apríl 2007 eru nú 435 fleiri løntakarar, og vøksturin er 1,7%.
Sjálvt um samlaða gongdin vísir ein vøkstur uppá 1,7%. So er gongdin innan vinnugreinarnar ymisk. Í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum eru 5,1% færri løntakarar nú. Í byggivinnuni eru hinvegin 5,9% fleiri løntakarar enn sama tíðarskeið í fjør.
Talið á løntakarum sveiggjar yvir árið, flestir eru um summarið. og við ársbyrjan eru fækstir løntakarar. Síðan 2005 eru løntakararnir vorðnir fleiri hvønn mánað samanborðið við árið fyri, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.










