Allar vinnur - uttan fiskivinnan - hava vøkstur í løntakaratalinum - í fiskivinnuni eru nú 314 størv færri, enn somu tí fjør. Í mai 2008 vóru skrásettir 25.989 løntakarar. Í mun til mai 2007 eru nú 181 fleiri løntakarar, vøksturin er minni enn 1%.
35% av løntakarunum hava alment starv. Tað er tað sama sum í 2005. Innan fiski- og aðra tilfeingisvinnu starvast nú 18% av løntakarunum, hetta er 3%-stig minni enn í 2005, tá 21% av løntakarunum vóru í fiski- og aðrari tilfeingisvinnu.