Løntakararnir gerast alsamt færri

Í oktober mánaði vóru 24.363 løntakarar og er hetta 1.278 færri enn í oktober 2008. Afturgongdin er prosent. Talið av løntakarum hevur verið støðugt í 2009. Frá februar til august vóru umleið 3,5 prosent færri løntakarar í mun til sama mánaða árið fyri, men í september og oktober tók minkingin dik á seg og nú eru 5 prosent færri løntakarar.

Tað er serliga í privatu tænastuvinnunum at løntakarnir gerast færri í talið. Seinasta árið hevur tað verið ein jøvn minking í løntakaratalinum og í oktober vóru 7 prosent færri í privatu tænastuvinnunum, svarandi til heili 607 fólk.

Eisini byggivinnan og onnur tilvirking, er sterkt ávirkað av afturgongdini, og vóru 577 færri løntakarar har í oktober 2009 enn í oktober 2008, svarandi til eina minking á knøpp 15 prosent.