Lønirnar veksa enn

Lønarútgjaldingarnar halda á at veksa, vísa hagtøl frá Hagstovuni. Í juli í ár blivu 779 milliónir krónur útgoldnar í løn í Føroyum. Gamaní er tað tað lægsta síðani januar í ár, tá 655 milliónir blivu útgoldnar, men hinvegin er tað 28 milliónir krónur meira enn í juli í fjør.

 

Sambært tølunum hjá Hagstovuni eru tað menninir, sum fingu eitt sindur minni útgoldið í juli, sum er orsøkin til, at lønarútgjaldingarnar eru lágar samanborið við hinar mánaðirnar í ár.

 

Tí síðani mai, tá lønarútgjaldingarnar vóru upp á tað mesta, er útgoldna lønin til mannfólk minka við 29 milliónum krónum, meðan tann til kvinnur er minkað við trimum og eini hálvari millión krónum.

 

Trendurin gongur støðugt uppeftir, bæði fyri samlaða útgjaldið, kvinnur og menn. Trendurin reinsar á ein hátt tølini, sum ger tað lættari at síggja undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.

 

Her vísa tølini, at trendurin er hægri enn nakrantíð, 787 milliónir krónur tilsamans, 492 milliónir til menn og 297 milliónir til kvinnur. Samsvarandi tøl í juli í fjør vóru 749 milliónir krónur tilsamans, 469 milliónir krónur til menn og 281 milliónir krónur til kvinnur.