Lønirnar í Føroyum trýstar uppeftir

Føroyingar, sum sigla uttanlands við skipum undir altjóða skipaskrásetingini í Noregi og í Danmark, hava nógv betri inntøkur enn teir, ið siglur við skipum undir FAS, sum er tann føroyska altjóða skipaskrásetingin.
Tað staðfestir bæði Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið.
Hvørki Maskinmeistarafelagið ella Skipara- og Navigatørfelagið vilja góðtaka ætlanina hjá samgonguni at broyta skattalógina fyri at bøta um umstøðurnar hjá útisiglarum.
Tey bæði yvirmannafelagið siga, at tað eru óráð at geva føroyingum, sum sigla uttanlands, ein skattafyrimun, uttan at geva teimum, sum sigla við føroyskum skipum, sama batar.

20% meir í løn
Skipara- og Navigatørfelagið unnir væl sjo?monnum undir øðrum flaggi allar teir fra?dra?ttir teir fa?a.
Men skattalo?gin ma? ikki verða ein fyrimunur hjá teimum, frammum teir, sum eru við føroyskum skipum, bæði fiskiskipum, FAS skipum, og almennum skipum
- Vit vita, at føroysku størvini fyri tað fyrsta eru lægri lønt. Kemur so ein munandi skattafyrimunur omana?, er heilt greitt hvør vinnur kappingina um best skikkaðu arbeiðsmegina, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.
Maskinmeistarafelagið sigur, at tað kann ikki góðtakast, at batar verða gjørdar í skattaviðurskiftunum hjá útisiglarum, uttan at tilsvarandi batar verða gjørdir í okkara egnu FAS skipan
- Lønarmunurin liggur longu nú á 10%-20% og í summum førum enn meiri. Vandin við hesum er, at FAS ikki kann vera við í kappingini um tað góða fólkið, sigur Maskinmeistarafelagið.

Trýstar upp eftir
Verður uppskotið hjá samgonguni samtykt um at bøta um umstøðurnar hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða uttanlands, fer tað at trýsta lønarlagið í Føroyum upp eftir
Tað heldur Vinnuhúsið, sum í hesum føri umboðar bæði bæði reiðari? undir FAS og aðrir arbeiðsgevarar við starvsfo?lkum uttanlands.
- Tað undrar okkum, at fyri at fa?a eina greiðari skipan fyri ein løntakarabo?lk verða so umfatandi broytingar gjørdar, at hetta a?virkar a?vi?sar føroyskar vinnugreinabo?lkar, soleiðis at hesir verða verri stillaðir.
- Tað verður soleiðis hju?klað um u?tlendskar arbeiðsgevarar/reiðari?ir fyri rokning hja? teimum føroysku.
Vinnuhúsið heldur, at tað er løgið, at Fi?ggjarma?lara?ðið ætlar at gera okkara skattaskipan soleiðis, at hon eggjar føroyingum at fara uttanlands at arbeiða.
- Vit eru í eini støðu, har tað er sera torført, fyri ikki at siga o?gjørligt, at fa?a u?tlendska arbeiðsmegi til Føroyar.
- Ta? ið føroyska arbeiðsmegin so harafturat fer uttanlands at arbeiða, elvir hetta til lønartry?st i? Føroyum.
Vinnuhúsið staðfestir, at ætlanin hjá samgonguni er beinleiðis i? mo?tsøgn við ætlanina við FAS.
- Inntøkurnar av FAS, og atkny?ttum vinnum, eru av a?lvara farnar at si?ggjast og ti? er tað burturvið at leggja fo?tonglar fyri hesa vinnu.
- Soleiðis sum uppskotið liggur, skeiklar tað kappingina, og serliga kappingina um manningar til skipini, sigur Vinnuhúsið.

Johan Dahl ósamdur við Jørgen Niclasen
Vinnumálaráðið, sum umsitur FAS skipanina, tekur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni at broyta skattalógina fyri at gera umstøðurnar hjá útisiglarum betri.
Vinnumálaráðið, har Johan Dahl er landsstýrismaður, tekur undir við Sjóvinnustýrinum, sum ávarar ímóti at samtykkja uppskotið, sum Jørgen Niclasen hevur lagt fyri Løgtingið um at bøta um umstøðurnar hjá teimum føroyingum, sum sigla og arbeiða uttanlands.
Sjóvinnustýrið heldur, at verður ætlanin hjá Samgonguni samtykt, fer tað at vera
a?lvarsliga kappingaravlagandi fyri FAS, ta? umræður hørðu kappingina um manningar, sum tikið verður til.
Orsøkin er, at nú fer tað at vera uppaftur nógv meira lønandi fyri føroyskar sjo?menn at sigla við NIS skra?settum skipum, enn við FAS skra?settum skipum.
- Skal føroyski handilsflotin kunna halda fram at mennast og vaksa, er neyðugt at kappingarførið er so gott sum yvirhøvur gjørligt, og at hetta a?haldandi verður betrað.
- Sja?lvt um Sjo?vinnusty?rið sja?lvandi sær no?gvar fyrimunir við at gera skattaviðurskiftini hja? okkara u?tisiglarnum greiðari, so hevur sty?rið ilt við at skilja, hvi? hesar broytingar samstundis skulu hava við sær, at eitt nu? NIS skipanin fær størri fyrimunir fram um okkara egnu føroysku FAS skipan.
- A? henda ha?tt verða Føroyar ra?vøruu?tflytari, ta? ið okkara sjo?fo?lk fa?a skattalætta fyri at standa a? odda fyri menningini av u?tlendskari sjo?vinnu, sigur Sjóvinnustýrið.
LES EISINI GREININA: STEÐGA NÚ VIÐ ALLARI ÚTBYGGING Í FØROYUM.