Lønir til løgtingsfólk til viðgerðar

Nú fer formansskapurin í Løgtinginum at umrøða, um lønir, koyripengar og kostnaðarendurgjald, sum løgtingsfólk fáa, eru sámuligar ella ikki

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Fyri nøkrum døgum síðani boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður frá, at hann vildi hava eina óhefta nevnd at endurskoða lønir, kostnaðarendurgjald og aðrar samsýningar til landsstýrisfólk.

Og nú løgtingsformaðurin, at hann fer eisini at taka málið um lønir og samsýningar til løgtingsfólk upp í formansskapinum í tinginum.

Tað er formansskapurin, sum skal taka stig til at áseta lønir og samsýningar til løgtingsfólk, men eftir stýrisskipanini er tað Løgtingið, sum skal samtykkja, hvussu nógva løn og samsýningar, løgtingsfólk skulu fáa.

Jógvan Lakjuni sigur, at løgtingsfólk eru í eini aðrari støðu enn landsstýrisfólk, tí lønir og samýningar til løgtingsfólk vórðu endurskoðað, tá ið undirsjóvartunlarnir komu, men tað vórðu samsýningarnar til landsstýrisfólk ikki.

Hann heldur, at formansskapurin hevur skyldu til at taka hesi mál upp við jøvnum millumbili.

Og nú spurningurin um lønir og samsýningar hjá løgtingsfólkum er so nógv frammi, fer hann eisini at reisa málið í formansskapinum at vita um áhugi er fyri at kanna um broytingar skulu gerast.

Men hann vil kortini ikki meta um, antin nakað skal broytast, ella hvussu tað skal broytast.