Arbeiðsmegi er ein søluvøra líka so væl sum allar aðrar søluvørður. Arbeiðarin selur sína arbeiðsmegi til arbeiðsgevaran fyri ein avtalaðan prís. Báðir partar hava møguleika at steðga handlinum, um teir halda, at lønin annaðhvørt er ov høg ella ov lág. Hetta eru vanligar marknaðarbúskaparligar spælireglur.
Lógarásett løn er ”planbúskapur”. Tá verður ikki spurt um útboð og eftirspurning. Lógin sigur tá, hvussu høg lønin skal vera, og harvið verður tað.
Sambandsflokkurin hevur altíð havt ta støðu, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir avtala lønirnar eftir marknaðarbúskaparligum spælireglum.
Peningur manglar
Á almenna arbeiðsmarknaðinum er tað Fíggjarmálaráðið, sum er keypari, meðan fakfeløgini standa fyri søluni av arbeiðsmegini.
Í løtuni er landskassin í teirri støðu, at hann hevur ikki ráð at keypa vøruna fyri avtalaða prísin, uttan so at spart verður á øðrum økjum. Tí var tað, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vendi sær til fakfeløgini í summar við eini umbøn um at steðga avtalaða lønarvøkstrinum. Men fakfeløgini søgdu nei, og tað merkir, at landskassin má spara.
Tá so fakfeløgini fara í fjølmiðlarnar við einum skrivi, har funnist verður at landsstýrinum, tí sparingar verða gjørdar, kennir løgmaður seg provokeraðan til at svara aftur.
Vinnarar og taparar
Møguliga skuldu fakfeløgini ikki havt sent hatta skrivið avstað, og møguliga skuldi løgmaður ikki latið seg provokerað av fakfeløgunum. Men lat tað nú fara. Almennu lønirnar verða framvegis ásettar við sáttmálum millum partarnar, og tað haldi eg vera ta fragastu loysnina. Men hetta merkir, at almennu Føroyar noyðast at spara, fyri millum annað at hava ráð til at gjalda lønir.
Ein avleiðing av marknaðarbúskapi er nevniliga, at onkur verður vinnari meðan onkur annar verður tapari. Politiski myndugleikin valdi at halda fast við marknaðarbúskapin, og fakfeløgini valdu at halda fast í lønarvøkstrinum. Landskassin hevur stórt undirskot, so onkur má fáa rokningina.