Tey, sum hava sethúsa-, lestrar- og onnur lán mugu eitt sindur djúpari niður í lumman eftir pengum í ár og komandi ár. Rentustuðulin verður í ár lækkaður úr 48 niður í 44 prosent, og tvey tey komandi árini lækkar stuðulin enn meira.
Hetta er greitt, eftir at ein meiriluti í løgtinginum feldi uppskotið frá andstøðuni um at varðveita rentustuðulin á 48 prosentum. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu uppskotið, og tá ið tað var til fyrstu viðgerð vóru ávís tekin um, at uppskotið kanska fór at verða samtykt í løgtinginum. Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum tosaði eitt nú fyri uppskotinum, men undir viðgerðini í Fíggjarnevndini gjørdist greitt, at Fólkaflokkurin ikki fór at taka undir við uppskotinum kortini. Somu støðu høvdu hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum mæltu frá at samtykkja uppskotið.
Undir aðru viðgerð týsdagin stóðu samgonguflokkarnir sum ein maður, og hóast nógvar atfinningar frá andstøðuni móti serliga Fólkaflokkinum, so stóð hann ikki til at vika.
Samgongutingmenn vístu á, at talan er um eina lítla lækking, sum ikki fer at merkjast so væl hjá teimum, sum ikki hava risastór lán, og harafturat vístu tingmenn á, at ætlanin alla tíðina hevur verið, at stuðulin skal lækka aftur. Rentustuðulin var eitt krepputiltak, og í lógini var ásett, at hann skuldi lækka, tá nøkur ár eru fráliðin.
Tá ið tingmenn atkvøddu, atkvøddu 12 tingmenn fyri uppskotinum og 14 ímóti. Uppskotið datt sostatt burtur.
Sambært lógini um rentustuðul fer stuðulin í ár niður á 44 prosent, næsta ár fer hann niður á 42 prosent, og í 2003 lækkar stuðulin niður í 40 prosent av rentuútreiðslunum.