Lønin verður ikki broytt

Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, metir ikki, at Elin Heinesen fær ov nógva løn. – Øll ynskja sær hægri løn, og Elin Heinesen fær longu knappar 40.000 um mánaðin, sostatt rokni er ikki við, hon skal vænta sær meira, ger Snorri Fjallsbak greitt

Stjórin á Lønardeildini metir, at Elin Heinesen fær nokk av løn, tí starvið var lýst at skula vera í 37. lønarflokki, og tað er lønin hon fær.

- Hatta starvið er flokkað á sama hátt sum onnur størv, og vit halda, at tað eigur at vera í hasum lønarflokkinum. Vit kunnu ikki gera við, hvat hon hevur fingið at vita, tí í starvslýsingini stóð greitt, at hon fær løn í 37. lønarflokki, vísir Snorri Fjallsbak á. Sum leggur afturat, at allir stjórar ynskja sær at vera í 38. lønarflokki, men at tað bara eru heilt fáir tungir stjórar í hesum bólki.


Ikki órímiliga illa fyri

Snorri Fjallsbak metir heldur ikki, at hon á nakran hátt fær lítla løn.

- Í 37. lønarflokki fáa fólk 39.215,79 krónur um mánaðin, og afturat tí 15 prosent í eftirløn, so eg meti á ongan hátt, at hon er órímiliga illa fyri, sigur Snorri Fjallsbak. Hann leggur afturat, at tað má standa fyri hennara egnu orð, um hon metir seg fáa somu løn sum ein vanligur arbeiðari, tí so skal hon arbeiða 80 tímar um vikuna, tí ein vanligur arbeiðari fær helvtina av lønini hon fær.