Lønin skal niður við 20 prosentum

Í eini roynd at sleppa burtur úr fíggjarligu trongstøðuni hava Todi Jónsson og FCA lagt uppskot fyri felagið hjá fótbóltsspælarum í Danmark. Uppskotið gongur út uppá, at lønirnar hjá spælarunum í FCA verða lækkaðar við einum fimtingi ella 20 prosentum.

Enn er talan bara um eitt uppskot, sum nú skal viðgerast. Viðmerkingarnar frá spælarunum í felagnum eru, at um talan skal gerast um lønarlækking, so skal ein ætlan leggjast fyri spælararnar, sum skal vísa, hvussu felagið fer at fáa tingini at hanga saman 2-3 tey næstu árini.